Sveisingahandilin hevur sín uppruna í handli sum Gullak Zakariassen hevði í Fransabrekkuni. Tað var har sum skiftandi pubbar hava veri seinastu árini, hann hevði tað næstovasta hølið í Fransabrekkuni í kjallaranum hjá Eirikstoft. Gullak seldi sveisitól, elektrodir, gass og annað til jarnsmíð. At byrja við hevði hann gassfløskurnar liggjandi heima við hús, uppi undir Varða. Seinni flutti hann fløskurnar út á kai´ina.
Í 1969 keypti Viljormur Tórsheim handilin, sum tá fekk navnið Sveisingahandilin. Fyrst helt hann fram í Dr.Jacobsensgøtu og hevði fløskurnar í garðinum hjá mammu síni, beint omanfyri. Eina tíð helt hann til í Vágsbotni, í innasta húsinum, hjá Valdemar Lützen. Fløskurnar stóðu tá á kei´ini.
Í sjeytiárunum bygdi Viljorm í Jóannesar Patursonargøtu. Tað var beint heimanfyri Bispagarðin og ljóskurvarnar. Hasar ljóskurvarnar, hava verði ein góð reklama, tí í 1996 flutti Sveisingahandilin og enn nevna fólk hetta við at tey minnast Sveisingahandilin frá ljóskurvunum, hóast tey ongantíð hava veri inni á gólvinum. Viljorm hevur altíð havt áhuga fyri rossum og hann førdi eisini eitt breitt úrvæl av útgerð til ross og ryttarar.
Í 1981 var felagið broytt til partafelag og í 1992 seldi Viljormur partapeningin til Jóhan Simonsen sum frammanundan hevði verið ein av stjórunum í Føroya Banka.
Sveisingahandilin varð verandi í táverandi handilshølum til 24. september 1996, tá flutt varð í nýggj hølir í Mykinesgøtu. Hetta er rúmligur bygningur uml. 700 fermetrar til støddar og við einum framsýningarhøli uppá góðar 100 fermetur.
Í 1993 gjørdist Jóhan umboðsmaður fyri Mobil Oil og Sveisingahandilin fór, gjøgnum eitt systurfelag, at selja alskins oljur, undantikið brenniolju og bensin. ExxonMobil sum í dag er heimsins stórsta felag, ber orð fyri at gerða heimsins bestu smyrjuoljur. Úrvalið fevnir um so at siga allar moror, gear, hydraulik oljur og feitt, til skip, maskinur, kompressarar og bilar.
Í 2006 seldi Jóhan Sveisingahandilin til sonin Bárð Simonsen og feløgini vórðu løgd saman. Uppruna endamálið, at veita gass, er framvegis høðus tátturin í virkseminum. Í 2005 kom propangass, húsarhaldsgass, eisini upp í úrvalið.
Tann sum brúkar gass hevur eisini tørv á ørðum, tilfarið og tólum. Sveisingahandilin hevur lagt seg eftur at útbyggja úrvalið innan hesi økir. Vøruúrvalið umfatar alt til at sveisa við, gass; oxygen, acetylen, argon, argonmix, propan, nitrogen co2 oo. Tilfar; elektrodir, sveisitráð og lodditráð. Og sveisitól frá Cemont og Fronius umframt skeri og brenniútgerð frá AGA og Gloor. Harafturat kemur ymiskt til alivinnuna, slípi og skeriskivur, amboð, trygdarútgerð, grill- og tjaldingarútgerð. |